Búmerkið hjá felagnum

Myndir úr vakra heiminum hjá einum kunda.

Tey hava valt flottu Stressless Stella sofuna í New Cognac litinum. Sofan hevur vippifunktión, sum eisini kann læsast, um ein ynskir tað. Plankaborðið er til dagligt 180cm langt, men á myndunum hevur tað tvær eykaplátur, so tað passa 10 spísiborðstólar til borðið. Plankaborðið er brúnoljerað eik við svørtum beinum, so tað riggar til spísiborðstólar og svarta highboardi. Til bøkurnar hava tey valt eitt reolsystem við glashurðum, ið kann byggjast eftir mátunum og ynskjunum.

Fleiri myndir.